Texas

Article on other languages:

Flagg Skjøldur
Map_of_USA_TX.svg
Land: USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Austin
Størsta býur: Houston
Innlima: 29. desember 1845
Guvernørur: Rick Perry (R)
Vídd: 678,051 km²
Íbúgvar (2007): 20 851 820
fyri km²: 30.75/km²
Tíðarzona: UTC -7 / UTC -5
Heimasíða: Texas.gov

Texas er lutstatur í USA við 23 miljónum innbúgvum. Norðureftir liggur hann móti Oklahoma, í landnyrðingi móti Arkansas, eystri móti Louisiana og vestri móti New Mexico. Texas er næststørsti lutstaturin, bæði landafrøðiliga (næst eftir Alaska) og við innbúgvum (næst eftir Kalifornia). Austin er høvuðsstaður. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko, og í eitt tíðarskeið á næstan 10 ár sjálvstøðugt land (Lýðveldið Texas), áðrenn hann í 1845 fór uppí USA. Í Texas eru 254 fylki, sum er fleiri enn í nøkrum øðrum lutstat í Sambandsríki Amerika. Texas eru best kend fyri cowboylívið og stórar neytagarðar, men har er eisini besta kornlendið í USA og nógv stór oljureinsiverk. Her eru høg fjøll og fruktagóðar fløtur. Veðurlagið í Texas skiftir við árstíðunum - kalt um veturin og brennandi heitt um summarið, og har eru javnan melduródnir og heglingsstormar. Texas er tann staturin í USA, har flest deyðadømd verða tikin av døgum.


Søga


Texas var einaferð spanskt hjáland. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania 1821, var Texas partur av Meksiko. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25 000 norðuramerikanarar til Texas. Meksiko var ímóti trælahaldi. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri trælaarbeiði. Í 1835 gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum Antonio de Santa Anna (1974-1876) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu Sam Houston (1793-1863) at ráða og tóku býin San Antonio í Texas. Í februar 1836 gjørdi meksikansk herdeild við Santa Anna innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. Meksikanararnir kringsettu Alamo, sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu Santa Anna og herur hansara flýggja í bardagnum við San Jacinto. Texas varð lýst lýðveldi, og Sam Houston kosin forseti. Í 1845 bað Texas um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Meksiko tapti.

Í 1836 kunngjørdi Lýðveldið Texas, at tað nú hevði fullveldi frá Meksiko og var tá alt núverandi Texas og partar av lutstatunum New Mexico, Oklahoma, Kansas, Colorado og Wyoming. Í desembur 1845 endaði lýðveldið, og Texas bleiv 28. lutstatur í USA. Í 1870- og 1880’unum vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í 1900-talinum fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir Houston og Dallas vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst Alaska at vinna út olju. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.

Forsetin í USA, John F. Kennedy, varð tann 22. novembur 1963 skotin og doyði í Dallas, Texas.

Høgi oljuprísurin í 1970-árunum elvdi til búskaparligan vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og
dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi
úr Meksiko gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin.

Núverandi amerikanski forsetin George W. Bush var guvernørur í Texas í árunum 1994-2000.





Myndir


Sí eisini


Høvuðsstaðarøki
Washington DC
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Kalifornia · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · North Carolina · North Dakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · South Carolina · South Dakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Virginia · Washington · West Virginia · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroy · Guam · Howlandoy · Jarvisoy · Johnstonoy · Jómfrúoyggjar · Kingman Reef · Midwayoyggjar · Navassaoy · Norðurmarianoyggjar · Palmyraoy · Puerto Riko · Wakeoy

More about Texas: houston texas real estate, texas real estate, san antonio texas real estate, texas map, texas holdem, texas roadhouse, austin texas, university of texas, houston texas,

This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.