|
Article on other languages:
|
Suðurafrika (afrikaans: Republiek van Suid-Afrika, enskt: Republic of South Africa, v.f.) er stórt land í syðra-Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk.
SøgaÍ 1994 setti Suðurafrika hvítu minnilutastýrisskipan sína úr gildi og tók við fjølmentaðari meirilutastýrisskipan. Afrikanski Tjóðskaparflokkurin (ANC) stóð á odda fyri stjórnini. Síðan 1948 hevði suðurafrikanska stjórnin rikið rasuskilnaðarpolitikk, og bara tey hvítu høvdu havt alt valdið. Sum frá leið avbyrgdi umheimurin Suðurafrika, og rasuófriðurin í landinum vant upp á seg. Síðan ANC-ovastin Nelson Mandela var valdur til forseta í Suðurafrika, er apartheidskipanin tikin av, og umheimurin hevur aftur tikið upp samband við landið. Politikkurin í Suðurafrika hevur ávirkað alt syðra Afrika. Suðurafrika royndi at steðga menningini í grannalondunum, ið vóru ímóti apartheid. Landið stuðlaði uppreistrarliðum, sum bardust ímóti stjórnini í Angola og Mosambik og hjálpti teimum, ið vórðu ímóti, at tey svørtu fingu politiska valdið í Simbabvi og Namibia. Tá ið apartheidpolitikkurin varð tikin av av í 1994, batnaðu viðurskiftini ímillum Suðurafrika og grannalondini. FólkiðEin liður í illa lýdda og órættvísa apartheidpolitikkinum var, at svartir verkamenn og húski teirra vórðu noydd at flyta úr stóru býunum og skuldu búgva í serligum býarøkjum langt burtur frá arbeiðsplássi sínum. Størsta og kendasta býarøkið er Soweto. Har búgva fleirri enn ein millión fólk. Hvønn einasta dag mega svartir arbeiðarar koyra í tímar í fullum bussum og tokum úr Soweto til námini og ídnaðarvirkini í grannabýnum Johannesburg. Tá ið apartheidskipan var í gildi, var eisini rasuskilnaður í ítrottarkappingum. Svørt og hvít sluppu ikki at vera á sama liði. Tað hevði við sær, at Suðurafrika slapp ikki við í altjóða ítróttarkappingar. Í 1995 vann Suðurafrika landsliðið, nevnt Springboks, heimsmeistaraheitið í rugby. Best dámdu ítróttir í Suðurafrika eru fótbóltur, kurvabóltur og rugby. Í Suðurafrika hevur verið vanligt, at konufólkið hevur havt ábyrgd av at hildið hús, umframt at dyrka jørðina. Mong mannfólk í Suðurafrika eru heiman upp í eitt og tvey ár í senn og arbeiða í námum og í býunum, tí eru næstan bara konufólk eftir í bygdunum. Tey fáa tí alt meiri ábyrgd av húsi og heimi. Mong fólkasløg búgva í Suðurafrika, og har eru 11 almenn mál. Eitt av hesum fólkasløgum, ndebela, er gitið fyri sermerktu hús síni, ið eru prýdd við litføgrum mátingarligum myndum. Konufólkini røkja húsini, og tey mála útveggirnar á hvørjum vári. Ovurstórur munur er á vælferð og lívskorum fólksins. Í Cape Town ríkir ídnaðarharrar og stórbøndur; í Kalaharioyðimørk veiðifólk og savnarar. LandafrøðiÍ Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Veðurlagið er lýtt og turt, og jørðin er fruktagóð. Landslagið er fjølbroytt, her eru oyðimerkur, regnskógir, slættlendi, grasfløtur og høg fjøll. Í øllum Suðurafrika fara fólk av bygd til býirnar at fáa arbeiði. Í Johannesburg búgva nú fleiri enn 9 milliónir fólk, og hann er næst størsti býur í Afrika. Keiro er størstur. Landslutur
BúskapurNógvur ídnaður er í landinum, og har er nógv fíggjarvirksemi í øllum Afrika. Men stóri fólkavøksturin og vaksandi arbeiðsloysi leggja trýst á vælferðina. Nú á døgum er 24,3 % av fólkinum er arbeiðsleys (sambært CIA World Factbook í 2007). Alla 20. øld er næstan helvtin av øllum gulli í heiminum komin úr gullnáminum í Witwatersrand við Johannesburg. Enn kemur triðingurin av øllum gulli, høgt verður í heiminum, haðan. Diamantar og onnur dýr steinsløg verða eisini vunnin í Suðurafrika. Ferðafólk úr øllum heiminum koma til Suðurafrika at síggja sjáldsama dýrameingið og fagra, stórsligna landslagið. UttanlandshandilÍ hagtølum kalla vit innflutning og útflutning av vørum fyri uttanlandshandil. Handil er eisini við tænastum um landamark, men tænastuhandilin verður uppgjørdur í gjaldsjavnanum og vanliga ikki í hagtølum um uttanlandshandil. Suðurafrika flytur út nógvar landbúnaðarvørur. Aldinfruktir, epli og vínber verða flutt út til allan heimin. Suðurafrika er gitið fyri sítt góða vín. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2007, sær soleiðis út sbrt. CIA World Factbook:
Sí eisini
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.