|
Article on other languages:
|
Jamaika ella Jameika (Enskt; Jamaica) er ein oyggj í Karibiska havinum í Norðuramerika. Høvuðsstaðurin eitur Kingston. BúskapurJameika er vøkur oyggj, men har eru stórir mótsetningar. Har eru fólk, sum taka sær av løttum og av heilum huga íðka krikkit og spæla reggaetónleik. So er tað stóri spenningurin ímillum nakrar fáar máttmiklar ríkmannaættir og tey fátæku í mongu fátækrabýlingunum í Kingston, har eisini nógvur harðskapur valdar. Hesa skuggasíðu síggja fá ferðafólk, sum á hvørjum ári koma at njóta lívið og tropuveðurlagið í hesum fagra landi. Ein annar týðandi vinnuvegur á Jameika er aluminiumsnámsvinnan, men hon fer óvuliga illa við náttúruni, tí at gomlu námsopini standa full av vatni og sýrueitri. Tað drepur allan vøkstur. Íðnaðurin í Jameika er fjølbroyttur. Har eru oljureinsiverk, telduvirki og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita ig viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í Sambandsríki Amerika, har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í Karibia er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jameika eiga fólk har meginpartin. Umframt ídnað og ferðavinnu hevur landbúnaðurin eisini stóran búskaparligan týdning í Jameika, og mong fólk arbeiða í banan-, kaffi-, kakao- og sukurlundum. Mangir jameikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur. Handil
Hygg eisini atMore about Jamaika: jamaica gleaner, air jamaica, jamaica vacation, jamaica resort, map of jamaica, jamaica star, jamaica real estate, jamaica gleaner.com, jamaica observer, |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.